Tíðindi
03. 11. 2025

Síðsta vika

Síðsta vikan fleyg avstað, og av tí, at vit endaðu seint fríggjakvøldið á skúlanum, bleiv einki lagt út her áðrenn vikuskiftið. Síðsta vika var nærveruvika í øllum skúlum kring landið. Á Brúnni merkti tað, at næmingarnir onga telefon høvdu frá kl 22 um kvøldið til kl 15 næsta dagin. Tað riggaði væl, og vit royndu at seta sjóneykuna á at vera saman :) Mánadagin vóru nakrar gentur við starvsfólki og seldu fløskur í góðveðrinum ;) Týsdagin var vanligur skúladagur, og so fóru vit til kioskina á Sandi, sum vit altíð gera týsdagar. Mikukvøldið vóru nøkur á ungdómsmøti á oynni. Hósdagin fóru øll til Havnar, nøkur at bowla og nøkur at spæla minigolf í bowlinghøllini :) Fríggjamorgunin byrjaðu vit við dansi inni í høllini, undir leiðslu av tveimum næmingum :) Seinni høvdu vit vitjan av skúlastjóranum á Det Kristne Gymnasium í Ringkøbing. Hann segði frá um skúlan og vísti á møguleikan at taka miðnám á einum kristnum skúla í DK, har eisini møguleiki er fyri at búgva. Tað var sera áhugavert at hoyra um :) Eisini høvdu vit vitjan av Acts Academy Music - tónleikalinjan á danska bíbliuskúlanum Acts. Tey gjørdu aktivitetir saman við næmingunum fríggjadag seinnapart og um kvøldið høvdu tey ungdómsmøti á skúlaum við sera góðum tónleiki og sterkum vitnisburðum :) 

 

Eitt, sum eisini hendi síðsta vikuskiftið var, at fimm skógvaeskjur vóru latnar Christmas Child, sum næmingarnir hjá okkum høvdu givið. Tað er eitt, vit ynskja á Brúnni, tað er at gera mun, og hetta er ein góður máti at gera júst tað :)


Í morgun fór so gongd í leiklistavikuna! 10 starvsfólk og næmingar frá Skovbo Efterskole eru á Brúnni hesa vikuna og gera leiklist saman við næmingunum, sum so endar við eini flottari sýning leiygarkvøldið ;) Vit síggjast har!

03.11.2025
Brúgvin leiksýning 2025
So er aftur leiklistavika á Brúnni Okkara næmingar, saman við næmingu…
03.11.2025
Síðsta vika
Síðsta vikan fleyg avstað, og av tí, at vit endaðu seint fríggjakvøldi…
24.10.2025
Takk fyri hesa vikuna!
Henda vikan er flogin avstað! Sunnukvøldið komu næmingarnir aftur á sk…
10.10.2025
So kom heyst­frítíðin!
Nú er friðarligt á Brúnni. Allir næmingarnir eru farnir heim í heystfr…
04.10.2025
Gott vikuskifti :)
Í gjárskvøldið, fríggjakvøldið, fóru næmingarnir heim í vikuskifti. He…