Tíðindi
04. 10. 2025

Gott vikuskifti :)

Í gjárskvøldið, fríggjakvøldið, fóru næmingarnir heim í vikuskifti. Hesuferð endaðu vit fríggjadagin um kvøldið heldur enn um morgunin. Vikan hevur verið góð - vanlig skúlaundirvísing, men eisini spæl og gaman á skránni ;) Sunnukvøldið varð spælt myrka-krógva og blunda. Mánadagin bleiv gjørt pitsa í KokkAmokk. Mmmm... ;) Týskvøldið var gentu- og dreingjakvøld; genturnar fóru til Havnar at spæla padel og síðani heim til Hjørdis Háberg Petersen til drekkamunn og hugna, har Tina Mellem var og fortaldi sín vitnisburð og sang nakrar sangir. Dreingirnir vóru á Brúnni og blivu forkelaðir av Dánjal Petersen við popkorn og sodavatn ;) Mikukvøldið vóru nakrar gentur á bindiskeið á Mølini í Skálavík. Hósdagin vóru næmingarnir í WildLife og róðu kajak á Sandsvatnið, meðan genturnar, sum hava Skapandi List vóru í Havn á Listasavninum og ein túr í viðarlundini :) Í gjár, fríggjadagin, endaðu vit so dagin í Havn á ungdómsmøti í Immanuel, áðrenn næmingarnir fóru hvør til sítt. Tey síggjast longu aftur sunnukvøldið! ;) Lívið á Brúnni er gott!

10.10.2025
So kom heyst­frítíðin!
Nú er friðarligt á Brúnni. Allir næmingarnir eru farnir heim í heystfr…
04.10.2025
Gott vikuskifti :)
Í gjárskvøldið, fríggjakvøldið, fóru næmingarnir heim í vikuskifti. He…
26.09.2025
Tvær samanhang­andi vikur á skúlanum
Í dag var gott hjá næmingunum at sleppa heim, nú tey hava verið á skúl…
12.09.2025
Enn ein vika farin aftur um bak
Enn ein góð vika er liðug á Brúnni. Tey ungu eru follin væl til, og te…
05.09.2025
So eru næmingar­nir farnir heim í vikuskifti!
Eftir tvær ríkar samanhangandi vikur á skúlanum, eru næmingarnir nú fa…