
So kom heystfrítíðin!
Nú er friðarligt á Brúnni. Allir næmingarnir eru farnir heim í heystfrítíð, og vit ganga her og rigga tað síðsta til útleigan í vikuskiftinum. Næmingarnir hava verið óførir í morgun at gera sítt kamar og húsið annars reint áðrenn heystfrítíðina :)
Henda vikan byrjaði við vitjan úr New Zealandi. Eitt par, sum virkar nógv innan lovsang var her og hevði undirvísing saman við næmingunum, og tey luttóku eisini á ungdómsmøtinum hjá okkum, sum vit kalla Be Real, týskvøldið :) Tað var opið fyri øllum at koma, og húsið var fult. Eitt fantastiskt kvøld við góðum lovsangi, góðari talu frá Kartin Høgnesen og góðari samveru :)
Hósdagin vóru tey í Wildlife í Burn, meðan tey, ið hava Skapandi List, hugnaðu sær í kreativitetinum og gjørdu pynt til matstovukvøldið, sum verður eftir heystfrítíðina :)
Vit á Brúnni ynskja tykkum øllum eina góða heystfrítíð!










