Tíðindi
10. 04. 2026

So vóru vit aftur í gongd!

So vóru vit aftur her eftir páskaferiuna! Veðrið hevur verið eitt sindur skiftandi, men vikan endaði við allarfagrasta veðrið! Og tað nutu tey í Wildlife í gjár, tá tey fóru ein langan súkklutúr :) Genturnar í Skapandi list vitjaðu listasavnið á Sandi. Týskvøldið var ungdómsmøti á skúlanum, og mikukvøldið vóru eisini nøkur á ungdómsmøti í Missiónshúsinum á Sandi. Hóskvøldið fingu vit vitjan frá einum 9. flokki frá Stranda skúla, sum var á seturskúla í bygdini. Tey hugnaðu sær saman, spældu stikkbólt í høllini og eisini borðspøl. Um eina løtu fara vit øll heim í vikuskifti, so vit ynskja tykkum gott vikuskifti her av Brúnni og njótið veðrið! ;)

28.08.2026
So er vikuskifti!
Aftur ein góð vika farin afturum á Brúnni. Umframt lærugreinarnar á tí…
21.08.2026
Fyrsta vikan á Brúnni 26/­27 :)
So fór fyrsta vikan afturum :) Fyrstu vikuna verður altíð dentur lagdu…
12.08.2026
So byrjar eftirskúlaárið 2026/­2027 skjótt!
Í hesum døgum gera vit klárt at taka ímóti einum nýggjum flokki av næm…
19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…