Tíðindi
19. 06. 2026

So er næstan komið á mál!

Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir pynta seg og gera tað síðsta klárt, fara vit at deila nakrar løtumyndir frá síðstu vikunum her við tykkum. 

Vit hava vitjað á MOWI, har vit sluppu út á aliringarnar! Tað var stuttligt at uppliva :) 

Skúlagarðurin her í bygdini bleiv málaður til gleði fyri børn og vaksin her í bygdini - tað er stuttligt, at næmingarnir sleppa at seta sítt merki eftir her í Skálavík ;)

Galla hevur verið, har næmingarnir gingu upp í hægstu detalju og gjørdu so nógv burturúr - stuttligt at síggja :)

Og gongutúrar her í bygdini og úti í náttúruni hava eisini verið.

Hetta árið hevur gingið við rúkandi ferð, og nú er enn eitt fantastiskt ár á Brúnni komið at enda. Vit ynskja tykkum øllum, sum hava gingið her hetta árið, alt tað allarbesta og Jesus signi framtíðina!

06.09.2026
Matstovukvøld mikukvøldið 9. sep
Kom til matstovukvøld, har matskráin verður meksikonsk, á Brúnni í Ská…
04.09.2026
Takk fyri eina góða viku
Aftur ein góð vika farin aftur um bak :)  Týskvøldið var Marjun Garðs…
28.08.2026
So er vikuskifti!
Aftur ein góð vika farin afturum á Brúnni. Umframt lærugreinarnar á tí…
21.08.2026
Fyrsta vikan á Brúnni 26/­27 :)
So fór fyrsta vikan afturum :) Fyrstu vikuna verður altíð dentur lagdu…
12.08.2026
So byrjar eftirskúlaárið 2026/­2027 skjótt!
Í hesum døgum gera vit klárt at taka ímóti einum nýggjum flokki av næm…