Tíðindi
24. 04. 2026

Tvær góðar og ríkar vikur

Síðsta vikuskifti vóru næmingarnir á skúlanum; tvs. at tey hava verið her í góðar tvær vikur, nú tey fara heim í dag. Tey hava gjørt nógv ymiskt :) Bakað, spælt í høllini, verið í studio hjá Simma, Tom hevur talað til Be Real og nógv annað. Veðrið hevur verið við okkum, so vit hava verið nógv úti :) Á sandinum á Sandi, í ánni og við Norðaravatn í Skopun við gittara og heitum kakao ;) Og nú fara vit heim í vikuskifti í allar fagrasta veðri! Vit gleðast um, at várið er komið :) Takk fyri tvær góðar vikur og vit síggjast aftur eftir vikuskiftið! Vit av Brúnni ynskja tykkum øllum eitt gott vikuskifti ;)

28.08.2026
So er vikuskifti!
Aftur ein góð vika farin afturum á Brúnni. Umframt lærugreinarnar á tí…
21.08.2026
Fyrsta vikan á Brúnni 26/­27 :)
So fór fyrsta vikan afturum :) Fyrstu vikuna verður altíð dentur lagdu…
12.08.2026
So byrjar eftirskúlaárið 2026/­2027 skjótt!
Í hesum døgum gera vit klárt at taka ímóti einum nýggjum flokki av næm…
19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…