Tíðindi
22. 05. 2026

Litrenning, siglitúr í Norðoyatunlinum og annað gott!

Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høvdu vit litrenning, har 9. flokkur á Meginskúlanum eisini var bjóðaður við. Har var tónleikur, vatn, litir og alt gott, og sum myndirnar vísa, so hugnaðu tey sær óført! Seinni sama dag fingu næmingarnir at vita, hvat tey skuldu upp í til munnligar próvtøkur.

Hesa vikuna hava tær skrivligu próvtøkurnar verið, og tær munnligu byrja í næstum. Men eisini er pláss fyri virkisvitjanum og útferðum. Mánadagin vitjaðu vit fyrst í Norðoyatunlinum, har vit sluppu av sigla 160 metrar undir havyvirflatuni! ;) Eftir tað gekk leiðin á Amarant í Klaksvík at eta og so út til Christian í Grótinum, har vit fingu frágreiðing um felagið og vóru ein túr inni í frystirúminum :) 

Í gjár var dypping, hitapottar og sauna á skránni ;)

Vit av Brúnni ynskja tykkum eitt gott vikuskifti og Harrans signing! 

19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norð­oyatunli­num og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…
08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…