Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroya Rætt. Vit sluppu inn at síggja rættarsalin, ein dómari greiddi okkum frá rættarskipanini og øðrum, og so spældu vit eina rættarsak, har onkur næmingur var ákæri, ein annar verji, ein tann dømdi, onkur vitni osfr. - akkurát sum ordiligt! Næmingarnir á Brúnni eru sera hepnir og sleppa at uppliva nógv spennandi :) Eftir vitjanina í Føroya Rætti fóru vit niðan á Herbergið. Gott at síggja, at fólk í Føroyum, sum eru illa fyri, kunnu fáa tak yvir høvdið og mat. Síðani gekk leiðin til PM, so næmingarnir kundu síggja, hvar skúlin fær matin frá ;)
Mikudagin gingu vit frá skúlanum til Húsavíkar, har Elsa, sum er í barsil, tók ímóti okkum, og vit sluppu at síggja lítla, fitta Josias baby ;)
Í gjár vóru vit ein dagstúr úti í Skúvoy! Vit gingu út í Fagradal og hoyrdu søguna um Rannvá, sum sigst at hava búð har í 1300 talinum. Inni í bygdini sluppu vit inn til eina konu, sum bjóðaði suppu og køku.
Ein rík og góð vika, og nú eru vit øll farin heim í vikuskifti. Gott vikuskifti til tykkum øll!