Tíðindi
13. 11. 2022

Eftirskúlin Brúgvin bjóðar til “Jól á Brúnni”

Jólahugni, jólasangir, jólasøla, jólapynt, jólamatur... alt hetta kanst tú uppliva í Skálavík hósdagin 1. Desember, tí tá er aftur “Jól á Brúnni.”

 

Kl. 17:00 opna jólabásar, har tú kanst keypa tær okkurt lekkurt til matna og enntá okkurt jólaprýði. Har verur sjálvandi ein góður grýturættur frá kokkinum og tá tað er farið niðurum, so kanst tú velja ímillum heitt kakao, rís a’la mande, heitar vafflur, brendar mandlur og mangt annað lekkurt.

 

Kl. 19:30 byrjar ein konsert inni í høllini, har vit fara at njóta góðan jólasang frá góðum sangkreftum í øllum aldri, frá nær og fjar. Eisini vera innsløg frá næmingum og onkur jólaheilsan.

 

Aftaná konsertina verur aftur møguligt at keypa sær okkurt lekkurt til matna og njóta hugnan og samfelagið.

 

SSL bussur koyrir úr Skopun til Skálavíkar kl. 16:20 (til túrin kl.15:50 av Gomlurætt) og kl. 17:55 (til túrin kl. 17:20 av Gomlurætt). Um tit ynskja at taka bil við til Skálavíkar, heita vit á tykkum um at bíleggja pláss við Teistanum í góðari tíð.

Heimaftur er møguleiki at fara við leigubussi, sum fer úr Skálavík kl. 22.00 (til túrin kl. 22.30). Kostnaðurin fyri túrin frá Skálavík til Skopunar er kr. 25 og tilmelding til bussin fer fram á tlf. 219293.  

 

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomin til okkara stóra jóladag á Eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, sum næmingar og starvfólk longu eru í gongd við at rigga til.

28.08.2026
So er vikuskifti!
Aftur ein góð vika farin afturum á Brúnni. Umframt lærugreinarnar á tí…
21.08.2026
Fyrsta vikan á Brúnni 26/­27 :)
So fór fyrsta vikan afturum :) Fyrstu vikuna verður altíð dentur lagdu…
12.08.2026
So byrjar eftirskúlaárið 2026/­2027 skjótt!
Í hesum døgum gera vit klárt at taka ímóti einum nýggjum flokki av næm…
19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…