Tíðindi
01. 11. 2023

Tíðindastubbi 01-11-2023

Vit eru komin væl í gongd við skúlaárið 2023/2024.
Í dag er Allahalgannadagur og vit hava júst verið til minningarhald, uppi við
minnisvarða teirra sjólætnu.
Tað er stuttligt, at síggja hvussu næmingarnir mennast og búnast ígjøgnum
skúlagongd, tiltøk og samveru við hvønn annan. 
Vit hava nógv spennandi á skránni hetta skúlaárið og longu nú, hava vit upplivað
eina rúgvu. Vit hava verið ymsar virkisvitjanir, hava klintrað og hava havt tvær
verkstovur. Tá vit hava verkstovur, hava vit undirvísing í einum ávísum evni. Vit hava
havt verkstovur í tónleiki og útilívi. Komandi viku fara vit í gongd við ta triðju, ið snýr
seg um leiklist. Her fara okkara næmingar saman við donskum næmingum, at skriva
ein leik, sum verður framførdur í Hátúni leygardagin 11. november. Hetta gleða vit
okkum sera nógv til. Leiksýningin verður kl.19:00.
 
Innskrivingin til komandi skúlaár er opin, og enn eru pláss.
Týsdagin 21 februar kl. 16:00-20:00 er opið hús fyri øllum áhugaðum. 
 
Tiltøk á skránni 2023
11. november kl.19:00, verður Leiksýning í Hátúni, á Tórshavnar Musikkskúla.
Atgongumerki á 50,- fæst á www.atgongumerki.fo
1. desember verður afturvendamdi tiltakið, Jól á Brúnni, á Eftirskúlanum Brúgvin,
Eiler Jacobsensgøta 1. Tiltakið byrjar kl. 17:00 og konsert verður kl. 19:00
21. desember verður ein heilt serligur dagur, tí tá opnar Sandoyartunnilin! Tá verður
Jólakafé á Brúnni, Eiler Jacobsensgøta 1

 

27.02.2026
Takk fyri tvær góðar vikur :)
Í dag fara næmingarnir heim, eftir at tey hava verið á skúlanum í tvær…
12.02.2026
Ferðafrásøgn um námsferðina
Skrivað av einum næmingi: Ferðin byrjaði 26. januar ein mánamorgun kl…
23.01.2026
Næsta stopp: Námsferðin
Henda vikan hevur verið góð á Brúnni. Ikki so nógvar myndir eru blivna…
09.01.2026
So er síðsta hálvári skotið í gongd
2025 er longu liðugt! Hesa vikuna komu næmingarnir aftur eftir eina la…
12.12.2025
Skjótt eru jól...
Enn ein góð og hendingarík vika farin aftur um bak :) Hesa vikuna hava…