Tíðindi
22. 11. 2023

Jólacafé í samband við at tunnilin letur upp

Hjartaliga vælkomin á jólacafé 21.12.2023, frá kl 17:00-22:00. Eisini vera ymisk tónleikainnsløg kl. 19:00, 20:00 og kl. 21:00. Møguleiki er eisini at síggja skúlan og umstøðurnar. 

Nú gleða vit okkum, bæði næmingar og starvsfólk, til, at vit kunnu koyra til Skálavíkar, tá jólafrítíðin er av. Hetta fer  at gera tað lættari at skipa fyri tiltøkum á skúlanum og hjá gestum at koma at vitja.

5 januar verður eitt stórt ungomstiltak saman við EKKÓ toyminum. Bussar koyra til og frá tiltakinum og tit kunnu fylgja við á sosialu miðlunum, har tit fáa nærri kunning. 

Seinastu hálvfjórðu árini hava vit siglt aftur og fram við Teistanum, og hevur hann tænt okkum væl, men nú verður fantastiskt við tunnlinum. 

Brúgvin ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. 

 

02.05.2025
Ein sólrík vika :)
Byrjanin av hesi vikuni bjóðaði upp á nógva sól :) Her eru nakrar mynd…
25.04.2025
Fyrsta vikan eftir páska­frítíð­ina liðug
Páskini eru farin aftur um bak, og skúlin er væl í gongd aftur. Hetta…
11.04.2025
So bleiv páskaferia! :)
Eftir nógvar hugnaligar løtur hesa vikuna (og nokk eisini onkrar minni…
04.04.2025
Ein rík vika
Nógv er hent her á Brúnni hesa vikuna! Vit byrjaðu sunnukvøldið við ei…
28.03.2025
Nú fóru tvær vikur afturum
Eg plagi at leggja út her hvønn fríggjadag, men síðsta fríggjadag glap…