Tíðindi
23. 05. 2025

Vikurnar flúgva avstað

Nógv ymiskt hevur verið á skránni hesar síðstu vikurnar :) Matstovukvøldið við indiskum tema gekk avbera væl, og næmingarnir vóru raskir! Til okkara matstovukvøld fáa næmingarnir hvør sína uppgávu. Onkur ger klárt, onkur borðreiðir, onkur vaskar upp osfr. Ymsir túrar hava verið her á oynni, har tey hava hoppað á sjógv og gingið í náttúruni. Í síðstu viku vóru vit ein túr í Skúvoy í góðveðrinum, har vit gingu út í Fagradal, sóu grøvina hjá Sigmundi Brestissyni og hugnaðu okkum á vøllinum :) Hesa vikuna hava næmingarnir havt síðsta undirvísingardag og fingið at vita, hvørjar munnligar próvtøkur tey skulu upp í. Týsdagin var litrenning á skránni, sum altíð er stuttligt, og veðrið hesa vikuna gjørdi tað bara upp aftur betri! Næmingar frá Meginskúlanum vóru við, og tey hugnaðu sær óført :) Seinni sama dag vóru okkara næmingar so hepnir at vera bjóðað inn á Skálafjørðin, har tey sluppu at royna vatnskutarar og at sita á eini 'doughnout', ið bleiv hálað av einum báti ;) Nógvar upplivingar ríkari eru tey nú í gongd við skrivligar próvtøkur. Í kvøld, fríggjakvøld, verður stórt ungdómsmøti her á staðnum, og næmingarnir vera á skúlanum í vikuskiftinum, sum er teirra síðsta vikuskiftið her hetta skúlaárið *snøft*. 

09.01.2026
So er síðsta hálvári skotið í gongd
2025 er longu liðugt! Hesa vikuna komu næmingarnir aftur eftir eina la…
12.12.2025
Skjótt eru jól...
Enn ein góð og hendingarík vika farin aftur um bak :) Hesa vikuna hava…
05.12.2025
Ein góð vika
Vikan byrjaði við Jól á Brúnni, sum var mánadagin. Nógv fólk vóru á gá…
28.11.2025
Jól á Brúnni
Eftirskúlin Brúgvin bjóðar til "Jól á Brúnni" Jólahugni, jólasangir,…
28.11.2025
Fyrireik­ingar til Jól á Brúnni o.a.
Hesa vikuna hava terminsroyndir verið. Mánadagin seinnapart fóru nøkur…