Tíðindi
04. 06. 2025

Brúgvin 5 ár!

Skjótt hevur Brúgvin havt skúla í 5 ár, og skjótt hava 91 næmingar fingið prógv frá Brúnni. Tað er stórt! Og hetta vildu vit markera við einum hátíðarhaldi, sum var í síðstu viku. Hjørdis Háberg, visjónsberi á skúlanum segði nøkur orð, og eisini hoyrdu vit frá landstýrismannunum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, einum fyrrverandi næmingi, einum pápa at núverandi næmingi, Jastrid Høj,skúlastjóra í frískúlanum í Kelduni, og sjálvandi frá okkara egna skúlastjóra Eriku K. Winther. Eisini nutu vit flottan sang frá okkara egnu næmingum og frá Bárði á Lakjuni. Løtan var sera góð og rørandi, og tað, sum stendur sterkast eftir, er Guds trúfesti. Tað hava verið bæði undan- og mótbrekkur hesi fimm árini, men gjøgnum alt kunnu vit siga, at Gud hevur verið trúfastur! Takk fyri allar bønir og stuðul!

06.09.2026
Matstovukvøld mikukvøldið 9. sep
Kom til matstovukvøld, har matskráin verður meksikonsk, á Brúnni í Ská…
04.09.2026
Takk fyri eina góða viku
Aftur ein góð vika farin aftur um bak :)  Týskvøldið var Marjun Garðs…
28.08.2026
So er vikuskifti!
Aftur ein góð vika farin afturum á Brúnni. Umframt lærugreinarnar á tí…
21.08.2026
Fyrsta vikan á Brúnni 26/­27 :)
So fór fyrsta vikan afturum :) Fyrstu vikuna verður altíð dentur lagdu…
12.08.2026
So byrjar eftirskúlaárið 2026/­2027 skjótt!
Í hesum døgum gera vit klárt at taka ímóti einum nýggjum flokki av næm…