Tíðindi
06. 06. 2025

Tvær góðar vikur!

Tvær góðar vikur eru farnar aftur um bak. Vit hugnaðu okkum síðsta vikuskiftið, sum var teirra síðsta vikuskifti á skúlanum. :) Tey dippaðu og svumu í bátahylinum og fóru í sauna niðri á kaiini. Á skúlanum gjørdi Elsa stórar pannukakur til øll ;) Eisini vóru spøl og annað stuttligt á skránni. 

Skúlin hevur hátíðarhildið, at skúlin hevur 5 ár á bakið. Tað var ein sera góð og rørandi løta! Ein grein er um tað her á heimasíðuni. 

Í gjár var runutusk (mud-run) á skránni, har tey runnu og grulvaðu gjøgnum mold, gingu í ánni og annað stuttligt :) Aftaná fóru vit við Rib62 ein túr runt um Nólsoynna, áðrenn leiðin gekk til Gomlu Hoyvíkina at dippa og í sauna og hitapott. Um kvøldið var Arni Zachariassen á skúlanum og tosaði um evnið: eru evangeliini álítandi? Tað var sera gott og áhugavert!

Í dag fóru vit øll at svimja, áðrenn leiðin gekk heim í vikuskifti. Komandi vikan verður síðsta vikan á skúlanum hetta skúlaárið :(

05.12.2025
Ein góð vika
Vikan byrjaði við Jól á Brúnni, sum var mánadagin. Nógv fólk vóru á gá…
28.11.2025
Jól á Brúnni
Eftirskúlin Brúgvin bjóðar til "Jól á Brúnni" Jólahugni, jólasangir,…
28.11.2025
Fyrireik­ingar til Jól á Brúnni o.a.
Hesa vikuna hava terminsroyndir verið. Mánadagin seinnapart fóru nøkur…
21.11.2025
Skjótt eru jól... :)
Hesa vikuna fingu vit kava! Næmingarnir hava sleta, bygt kavamann, og…
14.11.2025
Jólini nærkast í hvørjum... ;)
Tað er løgið at hugsa sær, at um bert 5 vikur er jólafrítíðin byrjað!…