Tíðindi

13. 06. 2025
Síðsta vikan :(
Henda vikan byrjaði týsdagin eftir hvítusunnu. Mikudagin fóru nøkur til munnliga enska próvtøku, og so vóru allar próvtøkurnar lidnar. Galla var hóskvøldið, og tað varð væl fyrireikað - so sera flott! So nógv var gjørt burturúr, við slush ice maskinu, candyfloss og nógvum aktivitetum :) Lagið var gott, og tey hugnaðu sær óført. Í dag er so "dagen derpå", har alt skal ruddast og vaskast, og húsið skal gerast klárt til prógvhandanina, sum verður í morgin. Eisini pakka og vaska tey síni kømur, tí í morgin flyta tey heim eftir eitt á Brúnni. Vit takka so hjartaliga fyri hetta árið, og eru so sera takksom fyri ein og hvønn næming, sum hevur gingið á Brúnni hetta árið, og ynskja tykkum Guds signing og alt tað besta framyvir!



























13.06.2025
Síðsta vikan :(
Henda vikan byrjaði týsdagin eftir hvítusunnu. Mikudagin fóru nøkur ti…
06.06.2025
Tvær góðar vikur!
Tvær góðar vikur eru farnar aftur um bak. Vit hugnaðu okkum síðsta vik…
04.06.2025
Brúgvin 5 ár!
Skjótt hevur Brúgvin havt skúla í 5 ár, og skjótt hava 91 næmingar fin…
23.05.2025
Vikurnar flúgva avstað
Nógv ymiskt hevur verið á skránni hesar síðstu vikurnar :) Matstovukvø…
09.05.2025
KEYP! KEYP! KEYP!
Flottar troyggjur og net til sølu :) Slagorðið hjá Brúnni er "Brynja t…