
Tvær samanhangandi vikur á skúlanum
Í dag var gott hjá næmingunum at sleppa heim, nú tey hava verið á skúlanum í tvær vikur út í eitt ;) Men tað hava verið tvær góðar vikur við nógvum ymiskum á skrá!
Síðsta vika bjóðaði upp á vitjan á Brandstøðini og á Løgtinginum. Eisini bleiv pynt gjørt til matstovukvøldið; hetta gjørdu næmingarnir í Skapandi List. Í vikuskiftinum vóru tey á ungdómsmøti í Kelduni; stuttligt at síggja okkara egnu næmingar tæna í síni heimasamkomu :) Hesa vikuna var matstovukvøldið so, har næmingarnir sluppu at royna seg sum tænarar, uppruddarar, uppvaskarar, hjálpa við at gera matin, og annars seta upp og rudda av. Hetta er við til at flyta nøkur mørk hjá summum og er við til at byggja reystleika, sum er gott fyri framtíðina, og annars læra tey, hvat tað krevur at standa fyri einum tiltaki. Tað var eitt sera væleydnað kvøld við eini 130 gestum :) Okkara dugnaligi kokkur, Leigh, stóð fyri matinum, sum smakkaði so avbera væl - sum altíð! Eisini hava næmingarnir hesa vikuna hoyrt frá Billy og Jónu Hansen um teirra hjarta fyri børnunum í Kenya. Samstundis sum tey í Meining tosa um fátækradømi. Og vit hava avgjørt at gera nakrar Christmas Child eskjur í felag. Vit ynskja sum skúli at gera mun, og at næmingarnir læra at hjálpa øðrum.
Og sum altíð fríggjadagar verða kømrini og bygningurin annars ruddaður og vaskaður ;) Vit brynja til lívið upp á nógvar ymiskar mátar ;)
Vit av Brúnni ynskja tykkum øllum eitt gott vikuskifti og gleða okkum at fáa næmingarnar aftur á skúlan sunnukvøldið :)
























