Tíðindi
12. 09. 2025

Enn ein vika farin aftur um bak

Enn ein góð vika er liðug á Brúnni. Tey ungu eru follin væl til, og tey duga at hugna sær :) Sum myndirnar vísa, dáma teimum at spæla borðspøl, og í Skapandi list sæst. hvussu kreativ fleiri av teimum eru. Í Wild life vóru næmingarnir í Havn og boksaðu. Gott at sleppa at brúka krút! ;) Vit eru signaði á Brúnni við einum sera dugnaligum kokki, so har er eingin grund til at ganga svangur á Brúnni ;) Máltíðirnar eru nógvar, og tað er altíð so hugnaligt at eta saman. Hvønn fríggjamorgun er kamarsreingerð á skránni, og tað er stuttligt at síggja øll í sving; hetta er við til at brynja tey til lívið, sum vit á Brúnni ynskja at gera. Vit enda altíð fríggjadagar við einum floksins tíma, har øll eru samlaði í floksstovuni. Í morgun tosaði Hjørdis við tey um rammurnar á Brúnni, hvussu tær eru við til, at vit øll kunnu trívast, kenna okkum trygg og mennast. Ikki fyri at køva okkum, men fyri at vit øll kunnu blomstra. 

Vit á Brúnni ynskja tykkum øllum eitt gott og vælsignað vikuskifti :)

08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…
24.04.2026
Tvær góðar og ríkar vikur
Síðsta vikuskifti vóru næmingarnir á skúlanum; tvs. at tey hava verið…
10.04.2026
So vóru vit aftur í gongd!
So vóru vit aftur her eftir páskaferiuna! Veðrið hevur verið eitt sind…
26.03.2026
Páska­ferian stendur fyri framman
Longu páskaferia! Minni enn tríggir mánaðir eru eftir av skúlaárinum.…
19.03.2026
Royn ein dag og mangt annað
Herfyri var "Royn ein dag á Brúnni". Eini 30 8. og 9. floks næmingar v…