Tíðindi
22. 08. 2025
Fyrsta skúlavikan farin aftur um bak
So er fyrsta vikan á Brúnni skúlaárið 25/26 longu liðug, og í skrivandi stund fáa næmingarnir heitar bollar, áðrenn tey fara heim.
Vikan hevur verið rík; nógv er at læra, alt er nýtt, kanska eitt sindur strævið viðhvørt, men her er eisini pláss fyri nógvum hugna og stuttleika! Sum myndirnar vísa, hava tey gjørt ymiskt samansjóðandi, og eisini høvdu tey eina bakikapping, har fýra bólkar gjørdu og pyntaðu sína egnu kaku.
Eftirskúlalívið fyri 22 ung í Føroyum er skotið í gongd, og vit síggja fram til eitt avbera gott, mennandi og spennandi skúlaár saman við hesum fittu ungu :)
Vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti, og vit síggjast mánadagin!
12.02.2026
Ferðafrásøgn um námsferðina
Skrivað av einum næmingi:
Ferðin byrjaði 26. januar ein mánamorgun kl…
23.01.2026
Næsta stopp: Námsferðin
Henda vikan hevur verið góð á Brúnni. Ikki so nógvar myndir eru blivna…
09.01.2026
So er síðsta hálvári skotið í gongd
2025 er longu liðugt! Hesa vikuna komu næmingarnir aftur eftir eina la…
12.12.2025
Skjótt eru jól...
Enn ein góð og hendingarík vika farin aftur um bak :) Hesa vikuna hava…
05.12.2025
Ein góð vika
Vikan byrjaði við Jól á Brúnni, sum var mánadagin. Nógv fólk vóru á gá…