Tíðindi
05. 09. 2025
So eru næmingarnir farnir heim í vikuskifti!
Eftir tvær ríkar samanhangandi vikur á skúlanum, eru næmingarnir nú farnir heim í vikuskifti. Hesar vikurnar hava verið góðar, og eisini fyrsta vikuskifti á skúlanum var gott :) Leygarkvøldið fóru vit í missiónshúsið í Skálavík, har ung úr Leirvík skipaðu fyri ungdómsmøti. Eisini vóru felagsspøl í høllini og góður matur ;) Í gjár vóru tey í Wild life og klintraðu, meðan tey, ið hava Skapandi list gjørdu m.a. andlitsmáling, sum tey dámdu sera væl. Og sum tað síðsta í dag, áðrenn skúlavikan endaði, vóru vit á virkisvitjan á MEST. Vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti!
19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suðuroyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :)
Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norðoyatunlinum og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…
08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…