Tíðindi
08. 11. 2025

Leiksýningin verður í kvøld!

Ársins leiksýning á Brúnni verður í kvøld, og vit gleða okkum so nógv! Okkara dugnaligu næmingar hava vant saman við donskum instruktørum og donskum næmingum alla vikuna. Tey hava sjálvi verið við til at skapa leikin, sum ber heitið "Ert tú har?" Leikurin viðgerð viðkomandi evni fyri ung í dag, so sum FOMO (Fear Of Missing Out), at skíggjarnir fylla so nógv, og vit kunnu ikki liva uttan "likes". Men er tann veruligi veruleikin ikki betur og at vera til staðar? Kom á Brúnna í kvøld til leikin, sum verður sýndur kl 19. Tú fert ikki at angra tað! Keyp atgongumerki her: https://atgongumerki.fo/3534813/brugvin-leiksyning-2025 

12.02.2026
Ferðafrásøgn um námsferðina
Skrivað av einum næmingi: Ferðin byrjaði 26. januar ein mánamorgun kl…
23.01.2026
Næsta stopp: Námsferðin
Henda vikan hevur verið góð á Brúnni. Ikki so nógvar myndir eru blivna…
09.01.2026
So er síðsta hálvári skotið í gongd
2025 er longu liðugt! Hesa vikuna komu næmingarnir aftur eftir eina la…
12.12.2025
Skjótt eru jól...
Enn ein góð og hendingarík vika farin aftur um bak :) Hesa vikuna hava…
05.12.2025
Ein góð vika
Vikan byrjaði við Jól á Brúnni, sum var mánadagin. Nógv fólk vóru á gá…