Tíðindi
09. 01. 2026

So er síðsta hálvári skotið í gongd

2025 er longu liðugt! Hesa vikuna komu næmingarnir aftur eftir eina langa og góða jólaferiu :) Henda vikan hevur bjóðað upp á nógvan kava, so tey hava verið úti og spælt í kavanum, og eisini sluppu tey at skumpa ein bil hjá einum starvsfólki mikudagin, sum sat fastur í stórkavanum :p 

Týskvøldið til Be Real hoyrdu vit vitnisburðin hjá brasiliansku Larissu, sum er hjálparfólk á skúlanum gjøgnum felagskapin PAIS. Tað var sera gott og áhugavert :)

Mikudagin var stórkavi, so okkurt starvsfólk mátti fara heim áðrenn tíðina, og tað var ikki útifarandi um kvøldið, so eftir at fleiri næmingar høvdu verið úti eina løtu í kavanum, var hugni á skránni. Borðspøl og góður drekkamuður.

Hósdagin málaðu næmingarnir í list, meðan tey í Wildlife fyrst vóru í høllini og vandu á ymsar mátar - lyftu vektir, súkklaðu o.a. - áðrenn tey so fóru út í kavan. 

Um kvøldarnar hava spøl og hugni verið á skránni.

Í dag hava tey ruddað og vaskað kamarið og húsið, áðrenn tey fingu heitar bollar. Vit endaðu dagin saman inni í floksstovuni, har tey fingu kunning um námsferðina, sum skúlin fer á um góðar tvær vikur. Tað verður spennandi! :)

Men fyrst skulu næmingarnir eina viku í starvsvenjing. So vit síggjast aftur á skúlanum næsta sunnukvøld :)

10.04.2026
So vóru vit aftur í gongd!
So vóru vit aftur her eftir páskaferiuna! Veðrið hevur verið eitt sind…
26.03.2026
Páska­ferian stendur fyri framman
Longu páskaferia! Minni enn tríggir mánaðir eru eftir av skúlaárinum.…
19.03.2026
Royn ein dag og mangt annað
Herfyri var "Royn ein dag á Brúnni". Eini 30 8. og 9. floks næmingar v…
27.02.2026
Takk fyri tvær góðar vikur :)
Í dag fara næmingarnir heim, eftir at tey hava verið á skúlanum í tvær…
12.02.2026
Ferðafrásøgn um námsferðina
Skrivað av einum næmingi: Ferðin byrjaði 26. januar ein mánamorgun kl…