Tíðindi
12. 02. 2026

Ferðafrásøgn um námsferðina

Skrivað av einum næmingi:

Ferðin byrjaði 26. januar ein mánamorgun klokkan 06:00, har vit koyrdu heimanifrá til flogvøllin. Vit skuldu øll møta kl 07:00 og gera alt klárt. Klokkan 08:20 fóru vit avstað til Keypmannahavnar. Tá vit komu til Danhostel, har vit skuldu búgva, fóru vit inn á kømrini og gjørdu okkum klár til at fara niðurundir at hoyra um Exist, sum er ein felagsskapur, sum arbeiðir við menniskjahandli. Restina av degnum fóru vit at shoppa og so út at eta.

Týsdagurin bleiv allur brúktur í ARK frikirke, har vit vóru saman við næmingunum frá Skovbo efterskole aftur og vístu leikin.

Mikudagin fóru vit at vitja Frelsunarherin og hoyra um, hvat tey gera í Keypmannahavn, sum vardi í ca 1 ½ tíma. Aftaná sluppu vit at fara, har vit vildu. Tá vit høvdu gingið runt í uml. 2 tímar, fóru vit í Museum of illusions, har vit sluppu at vera í 1 tíma, men vit vóru nøkur, ið vóru eitt sindur longri. Tá vit høvdu verið har, sluppu vit aftur út at gera tað, vit vildu.

Hósmorgunin fóru vit tíðliga avstað við bussi. Vit skuldu koyra til ein lítlan bý í Hollandi, sum eitur Hooghalen. Vit koyrdu fyrst í ca 2 1/2 tíma til eina fergu, har vit skuldu sigla í 45 minuttir, men føldist sum 20-30 minuttir. So vóru vit komin til Týskland og koyrdu í 2 1/2 tíma til eitt úti-shoppingsentur, har vit sluppu at ganga runt í 3 tímar. Til endans fóru vit í Five Guys har vit fingu okkum at eta, áðrenn vit koyrdu víðari til Hooghalen, sum tók ca 5 tímar. Tá vit komu fram, har vit skuldu sova, sluppu vit at grilla skúmfidusar og hugna okkum.

Fríggjadagin hoyrdu vit um staðið, har vit vóru, eitt sindur um tey, sum eiga tað og fingu rundvísing av staðnum. Aftaná fóru vit til Kamp Westerbork, sum var ein fangalega fyri jødar undir seinna heimsbardaga. Har hoyrdu og sóu vit alt møguligt spennandi. Tá vit komu aftur til har vit búðu, fingu vit nátturða. Tað kvøldið høvdu vit eina góða lovsangsløtu saman við Lív og Sem.

Leygardagin fóru vit til ein lítlan bý, sum eitur Assen, har vit sluppu at ganga runt og shoppa. Tá vit komu aftur, gjørdu vit okkum klár til eitt møti, sum vit vóru bjóðað til. Har vóru nøkur, ið fóru til eitt annað ungómsmøti og sluppu at uppliva at fortelja vitnisburð. Aftaná møtið fingu vit at eta og hugnaðu okkum við borðspølum.

Sunnudagin komu vit upp at eta morgunmat og hjálpa at gera praktiskar uppgávur. Tá tað var liðugt, fóru vit øll inn til Lív og Sem at fáa kakao og rundaðu av. Tá vit høvdu verið inni hjá teimum, fór leiðin við bussi og toki til Amsterdam. Vit komu til okkara hotel, koyrdu tingini uppá pláss og gjørdu okkum klár til at fara á møti á Hillsong, sum var øgiliga gott. Tá tað var liðugt, fóru vit at eta og so í song.

Mánadagin fingu vit Anna Frank tour runt í Amsterdam, sum var mega spennandi og vardi í ca 1 ½ tíma. Tá tað var liðugt, fóru vit at eta. Aftaná fóru vit kanaltúr, sum var mega hugnaligt og pent at síggja. Aftaná sluppu vit at ganga runt og shoppa.

Týsdagin sluppu vit at sova leingi. Vit komu upp klokkan 10:00 og fingu morgunmat. Tá vit høvdu etið, fóru vit at gera okkum klár. Tá øll vóru klár, fóru vit til Amsterdam Dungeon, sum var mega stuttligt og mega óhugnaligt fyri nøkur. Tá vit høvdu verið har, sluppu vit at ganga runt leingi og shoppa.

Mikudagin fóru vit tíðiliga upp at pakka alt saman og skuldu fara við toki til flogvøllin, men har hevði verið okkurt við tokinum, so vit máttu fara við bussi. Bussarnir vóru so smekkfullir og man kundi slett ikki flyta seg, og vit skuldu koyra í ca 30 minuttir. Tá vit komu á flogvøllin í Amsterdam, fóru vit at checka kuffertini inn beinaveg og bíðaðu, til vit skuldu boarda. Tað tók ca 1 tíma at flúgva til Keypmannahavnar. Tá vit komu til flogvøllin í Keypmannahavn, fóru vit direkta at eta. Tá vit høvdu etið, fóru vit at checka kuffertini inn, so sluppu vit at ganga runt á flogvøllinum og nøkur fóru í Fields. Tá klokkan bleiv 18:35, fór flúgvarin avstað, og vit komu til Føroyar í øllum góðum.

Alt í alt ein sera góður og hendingaríkur túrur!

12.02.2026
Ferðafrásøgn um námsferðina
Skrivað av einum næmingi: Ferðin byrjaði 26. januar ein mánamorgun kl…
23.01.2026
Næsta stopp: Námsferðin
Henda vikan hevur verið góð á Brúnni. Ikki so nógvar myndir eru blivna…
09.01.2026
So er síðsta hálvári skotið í gongd
2025 er longu liðugt! Hesa vikuna komu næmingarnir aftur eftir eina la…
12.12.2025
Skjótt eru jól...
Enn ein góð og hendingarík vika farin aftur um bak :) Hesa vikuna hava…
05.12.2025
Ein góð vika
Vikan byrjaði við Jól á Brúnni, sum var mánadagin. Nógv fólk vóru á gá…