Tíðindi
23. 01. 2026

Næsta stopp: Námsferðin

Henda vikan hevur verið góð á Brúnni. Ikki so nógvar myndir eru blivnar tiknar, men sum myndirnar vísa, so gjørdu tey lekkrar pitsasniglar í KokkAmokk mánadagin. Týsdagin var foreldrafundur, har tosað var um námsferðina. Um kvøldið hugdu tey at hondbólti. Hósdagin var Tóra við Keldu og vitjaði í undirvísingini, og hon hugtók næmingarnar við síni søgu, har hon legði dent á, at øll menniskju hava virði óansæð, um tey bera brek ella ikki. Í gjár vóru næmingarnir í wild life í Havn og svumu. 

Nú eru tey á veg heim í vikuskifti, og so er pakking á skránni! Tí mánamorgunin gongur leiðin til Danmarkar í nakrar dagar og síðani til Hollands :) Tað verður ein spennandi ferð við nógvum spennandi á skránni. Í Keypmannahavn fara næmingarnir at framføra leikin, sum tey gjørdu í november saman við donskum næmingum; vit fara at vitja Frelsurnar Her og hoyra tey greiða frá sínum arbeiði millum heimleys í Keypmannahavn og ymiskt annað. Í Hollandi fara vit fyrst til ein lítlan bý, sum eitur Hooghalen í nakrar dagar, og meðan vit eru har, fara vit m.a. at vitja Kamp Westerbork, sum er ein fangalega, har m.a. Anna Frank sat undir seinna heimsbardaga. Síðani gongur leiðin til Amsterdam, har vit fara at hoyra meira um Onnu Frank á einum gongutúri, fara á møti í Hillsongs, kanalrundtúr og annað spennandi :) Vit gleða okkum sera nógv til ein minningaríkan og læruríkan túr, og vit síggjast aftur á Brúnni týsmorgunin 10. feb, tí tá vit koma heim, fara vit beint í vetrarfrí.

Gott vikuskifti!

06.09.2026
Matstovukvøld mikukvøldið 9. sep
Kom til matstovukvøld, har matskráin verður meksikonsk, á Brúnni í Ská…
04.09.2026
Takk fyri eina góða viku
Aftur ein góð vika farin aftur um bak :)  Týskvøldið var Marjun Garðs…
28.08.2026
So er vikuskifti!
Aftur ein góð vika farin afturum á Brúnni. Umframt lærugreinarnar á tí…
21.08.2026
Fyrsta vikan á Brúnni 26/­27 :)
So fór fyrsta vikan afturum :) Fyrstu vikuna verður altíð dentur lagdu…
12.08.2026
So byrjar eftirskúlaárið 2026/­2027 skjótt!
Í hesum døgum gera vit klárt at taka ímóti einum nýggjum flokki av næm…