Tíðindi
05. 12. 2025

Ein góð vika

Vikan byrjaði við Jól á Brúnni, sum var mánadagin. Nógv fólk vóru á gátt, húsið var fult og jólastemningurin var í hásæti. Sølubásar vóru, har man kundi keypa chili con carne, heitt kakao, vafflur og ymiskt annað. Eisini var nógv jólapynt til sølu, sum næmingarnir sjálvir høvdu gjørt. Kvøldið endaði við eini jólakonsert, har nógv ymisk framførdu, m.a. hoyrdu vit sang og tónleik frá okkara egnu næmingum og fyrrverandi næmingum. Eitt sera væleydnað tiltak, og takk til foreldur og onnur, sum komu forbí :)

Týsdagin fóru vit oman á ellisheimið er í Skálavík við restum av rís a la mande og kleynum og sungu fyri teimum eldru har. Tey gjørdust so glað og signaði av vitjanini. Ofta skal lítið til, og tað gevur so nógv - eisini til okkum :)

Mikudagin vóru fleiri á ungdómsmøti á Sandi.

Hósdagin eftir døgurða fóru næmingarnir í Wildlife ein deiligan túr í vøkru náttúruni her í Skálavík. Og ímeðan vóru næmingarnir í Skapandi list í Havn og vitjaðu Kria studio og gjørdu leir.

Í dag er fríggjadagur, kømrini eru vaskaði, húsið er ruddað og vaskað, og um eina løtu fara næmingarnir heim. Vit síggjast í næstu viku! Gott vikuskifti til tykkum øll :) 

06.09.2026
Matstovukvøld mikukvøldið 9. sep
Kom til matstovukvøld, har matskráin verður meksikonsk, á Brúnni í Ská…
04.09.2026
Takk fyri eina góða viku
Aftur ein góð vika farin aftur um bak :)  Týskvøldið var Marjun Garðs…
28.08.2026
So er vikuskifti!
Aftur ein góð vika farin afturum á Brúnni. Umframt lærugreinarnar á tí…
21.08.2026
Fyrsta vikan á Brúnni 26/­27 :)
So fór fyrsta vikan afturum :) Fyrstu vikuna verður altíð dentur lagdu…
12.08.2026
So byrjar eftirskúlaárið 2026/­2027 skjótt!
Í hesum døgum gera vit klárt at taka ímóti einum nýggjum flokki av næm…