Tíðindi
14. 11. 2025

Jólini nærkast í hvørjum... ;)

Tað er løgið at hugsa sær, at um bert 5 vikur er jólafrítíðin byrjað! Enn ein góð vika er farin afturum bak á Brúnni. Sum myndirnar vísa, so er gongd komið í jólaklipping og stás hesa vikuna. Nakrar gentur hava sitið og gjørt jólapappírsstjørnur, og eisini hava tær í Skapandi list gjørt jólaprýðið, sum skal seljast til tiltakið Jól á Brúnni, sum verður 1. des! Tá er jólastemningurin komin í hús, og tað plagar at vera eitt sera hugnaligt og gott tiltak, so vit vóna at síggja teg har ;) Meðan genturnar í list gjørdu jólaprýði, var Wild life bólkurin farin til Havnar á escape room! Tey kláraðu at loysa gátuna og bjarga býnum! Linedans hevur eisini verið á skránni hesa vikuna, og annars hugni, binding, góður matur og mangt annað. Í komandi viku fara vit at seta sjóneykuna eitt sindur á, hvat sosialir miðlar gera við okkum, og vit fara at hava eina kapping um, hvør klárar vikuna uttan telefon. Hvør fer at vinna? Vit hoyrast í næstu viku :)

12.08.2026
So byrjar eftirskúlaárið 2026/­2027 skjótt!
Í hesum døgum gera vit klárt at taka ímóti einum nýggjum flokki av næm…
19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norð­oyatunli­num og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…