Tíðindi
21. 11. 2025
Skjótt eru jól... :)
Hesa vikuna fingu vit kava! Næmingarnir hava sleta, bygt kavamann, og so er jólapyntið eisini funnið fram ;) Stóra jólatræið er komið upp at standa, perur eru hongdar upp, og næmingarnir í Skapandi list hava gjørt flottar einglar, til og frá seðlar o.a., sum alt verður selt 1. desember til okkara árliga jólatiltak "Jól á Brúnni". Í komandi viku eru jólafyrireikingarnar í hásæti, so tá verður træið pyntað og meir pynt kemur upp, fleiri ting verða gjørd til jólasøluna, alt ímeðan næmingarnir eisini ganga til terminsroynd, so ein innihaldsrík vika er fyri framman! Tá er gott líka at koma heim í vikuskifti og hvíla seg og hugna sær saman við familjuni :) Vit ynskja tykkum økkum eitt gott vikuskifti!
19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suðuroyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :)
Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norðoyatunlinum og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…
08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…