Tíðindi
28. 11. 2025

Jól á Brúnni

Eftirskúlin Brúgvin bjóðar til "Jól á Brúnni"

Jólahugni, jólasangir, jólasøla, jólapynt, jólamatur... alt hetta kanst tú uppliva í Skálavík mánadagin 1. desember, tí tá er aftur "Jól á Brúnni" :)

Kl 17:00 opna sølubásarnir, har tú kanst keypa tær okkurt lekkurt til matna, jólaprýði o.a. Har verður sjálvandi ein góður grýturættur frá kokkinum, og tá tað er farið niðurum, kanst tú keypa tær heitt kakao, rís a'la mande, heitar vaflur, kleynur og mangt annað lekkurt.

Kl 19:00 byrjar ein ókeypis konsert inni í høllini, har vit fara at njóta góðan jólasang frá góðum sangkreftum frá nær og fjar. 

Aftaná konsertina verður aftur møguligt at keypa sær okkurt lekkurt til matna og njóta hugnan og samfelagið.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til okkara stóra jóladag her í Skálavík, sum næmingar og starvsfólk longu nú eru í gongd við at rigga til.

27.02.2026
Takk fyri tvær góðar vikur :)
Í dag fara næmingarnir heim, eftir at tey hava verið á skúlanum í tvær…
12.02.2026
Ferðafrásøgn um námsferðina
Skrivað av einum næmingi: Ferðin byrjaði 26. januar ein mánamorgun kl…
23.01.2026
Næsta stopp: Námsferðin
Henda vikan hevur verið góð á Brúnni. Ikki so nógvar myndir eru blivna…
09.01.2026
So er síðsta hálvári skotið í gongd
2025 er longu liðugt! Hesa vikuna komu næmingarnir aftur eftir eina la…
12.12.2025
Skjótt eru jól...
Enn ein góð og hendingarík vika farin aftur um bak :) Hesa vikuna hava…