Tíðindi
27. 02. 2026

Takk fyri tvær góðar vikur :)

Í dag fara næmingarnir heim, eftir at tey hava verið á skúlanum í tvær vikur, tí tey vóru á skúlanum síðsta vikuskifti. Nógv er hent hesar vikurnar. Vit hava verið og vitjað barnagarðin á Sandi, har næmingarnir spældu og dansaðu við børnunum og góvu teimum andlitsmáling. Í Wildlife hava tey verið inni í kuplunum á Sornfelli og sightseeing runt á oynni, og í Skapandi list hava tær verið í Havn í Krea og mála leirlutir, sum tær sjálvar hava gjørt, og í gjár vóru tær á Eiði og vitjaðu í spennandi atelierinum hjá Sigrun Gunnarsdóttir. 

Í vikuskiftinum var hugni á skránni í grillsmáttunum, genturnar og dreingirnir høvdu sleep over hvør sær, og so vóru vit á ungdómsmøti í Lívdini í Hoyvík leygarkvøldið, har vit fortaldu um Brúnna og okkara Hjørdis H. Petersen hevði eina sera góða talu.

Í gjár vitjaðu vit eisini miðnám í Vestmanna. Tey tóku væl ímóti okkum, vístu okkum runt á sínum flotta skúla og fortaldu um møguleikarnar har.

Eisini hevur verið tíð til nøkur borðspøl, spæl í høllini og hugna annars. Á Brúnni er gott at vera :)

Takk fyri tvær góðar vikur, og vit gleða okkum at síggja tykkum aftur sunnukvøldið!

19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norð­oyatunli­num og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…
08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…