Tíðindi
19. 03. 2026

Royn ein dag og mangt annað

Herfyri var "Royn ein dag á Brúnni". Eini 30 8. og 9. floks næmingar vóru á Brúnni henda dagin, har tey sluppu at uppliva eftirskúlalívið við góðum mati, góðum samfelag og stuttleika :) Tað var ein sera væleydnaður dagur, og vit vóna at síggja fleiri av teimum, ið vóru her, komandi skúlaár! ;)

Í síðstu viku vóru fólk úr Kelduni her og høvdu ungdómsmøti, gestalærari hevur verið í lærugreinini Saman hesa og síðstu viku, nú er Wildlife toymið í Havn og venur CrossFit, og í morgin fara vit øll til Havnar at vitja SEV og síðani á Sundsverki. Á Brúnni keðir tú teg ongantíð ;)

Inntil næstu ferð! :)

19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norð­oyatunli­num og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…
08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…