Tíðindi
26. 03. 2026

Páskaferian stendur fyri framman

Longu páskaferia! Minni enn tríggir mánaðir eru eftir av skúlaárinum. Løgi. Men sum tey siga: tíðin flýgur avstað, tá man hevur tað gott ;) Og á Brúnni er í hvørt fall eingin grund til ikki at hava tað gott ;) Síðsta fríggjadag vóru vit øll bjóðaði í føðingardag hjá Oliviu í Havn, har vit fingu alt møguligt gott og hugnaðu okkum, áðrenn vit so fóru suður aftur í vikuskifti á skúlanum. Leygarkvøldið gekk leiðin á ungdómsmøti í Kelduni.

Hesa vikuna var okkara síðsta matstovukvøld á skránni, har matskráin var indisk. Okkara dugnaligi kokkur hevði sum altíð gjørt sera vælsmakkandi mat til gestirnar! Ein væleydnaður dagur, har okkara næmingar vóru sera raskir at gera klárt og at taka ímóti gestum. 

Í gjár høvdu vit vitjan av Regin Jacobsen, stjóra í Bakkafrost, sum tosaði til okkum um at hava integritet í arbeiðslívinum - sera áhugavert og umráðandi! 

Í morgun hava næmignarnir rudda og vaska síni kømur og pakka, tí um eina løtu gongur leiðin heim í páskafrítíð. Men áðrenn tað gera vit eitt steðg við skúlan við Løkin, har vit fara at hyggja at teirra 10. floks næmingum framføra sangleikin Madagaskar :)

Vit av Brúnni ynskja tykkum øllum eini gleðilig páskir! 

08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norð­oyatunli­num og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…
08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…
24.04.2026
Tvær góðar og ríkar vikur
Síðsta vikuskifti vóru næmingarnir á skúlanum; tvs. at tey hava verið…