Tíðindi
14. 04. 2020

Brúgvin - eftirskúlin í Skálvík hevur sett skúlaleiðara

Erika Niclasen úr Klaksvík er sett í starv sum leiðari á eftirskúlanum Brúnni. Erika er professiónsbachelor sum sosialráðgevi og hevur nógvar royndir við ungdómsarbeiði bæði í Føroyum og í Danmark. Í starvi sínum hjá Apostolsk Kirke við starvsstaði á Fredriksberg hevur hon verið knýtt at tveimum eftirskúlum hjá netverkinum.

Vit hava spurt Eriku nakrar spurningar, nú hon flytur heim at verða leiðari á Brúnni:

- Hvat fekk teg at siga ja til avbjóðingina á Brúnni?

Fyrst og fremst visjónin, sum er at geva komandi ættarliðum eitt kristið, holistiskt lívsgrundarlag. Harnæst brenni eg fyri, at ung mennast og útviklast í góðum kørmum. Og so haldi eg, at hetta er ein av teimum kulastu verkætlanum, Føroyar leingi hava sæð.

- Hvat kanst tú taka við tær av royndum úr Danmark?

Eg havi arbeitt við ungum í nógv ár, og eg haldi, at eg taki hendan setningin við mær, sum ein, eg kenni, ofta sigur: “Øll ung vilja eydnast!”. Eg havi samskipað tiltøk, rættað móti ungum, og havi leitt eitt vaksandi skeið fyri ungar leiðarar í Danmark. Eisini havi eg starvast sum verkætlanarleiðari, har eg eri von at seta gongd í virksemi og fylgja tí upp. Hesar royndir taki eg við mær inn í tað nýggja starvið.

- Hvat gleðir tú teg mest til?

Eg gleði meg til - saman við einum dugnaligum toymi - at síggja hesa verkætlan eydnast og vera til signing fyri ung, foreldur og tað føroyska samfelagið; at síggja menningina hjá Brúnni og virka fyri framgongd. Eisini gleði eg meg mega nógv at møta næmingunum og teirra foreldrum.

- Hvat ynskir tú at siga við tey, sum umhugsa Brúnna, men ikki hava tikið eina avgerð?

10. flokkur á eftirskúla gevur #meining. KOM VIÐ! Eitt ógloymandi ár fylt við felagskapi, menning og saman við góðum flokksfeløgum, tað gevur #meining! Tú fert at læra nógv um teg sjálvan og onnur, og samstundis taka vit útgangsstøði í tínum fakligu evnum, og vit gleða okkum at møta tær.

Erika Niclasen kemur at leiða skúlan saman við stýrisforkvinnuni - Hjørdis H. Petersen - sum kemur at vera á skúlanum ein dag um vikuna. Afturat teimum kemur so læraratoymið og stórasystkin.

Skúlaárið á Brúnni byrjar 15. aug og byrjað verður við 10. flokki. Um tú hevur spurningar, so ert tú vælkomin at ringja á tel. 231 231 ella at skriva á info@brugvin.fo

Umsóknarfreistin

Umsóknarfreistin til skúlaárið 2020/2021 á Brúnni er 1. mai 2020. Vitja heimasíðuna brugvin.fo har tú kanst lesa meira og tað eisini ber til at melda seg til skúlan.

04.01.2024
Opið hús og Royn ein skúladag á Brúnni
20 februar er Opið hús á eftirskúlanum, har møguleiki verður at síggja…
01.11.2023
Tíðindastubbi 01-11-2023
Vit eru komin væl í gongd við skúlaárið 2023/2024.Í dag er Allahalgann…
18.06.2023
Ein væleydnaður dagur
So var síðsti skúladagur av. Ein væleydnaður dagur. Vit takka fyri e…
13.06.2023
Nú nærkast endanum
Nú nærkast endanum av triðja ári á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík.…
09.06.2023
Møtið Jóhan
  Umsókn til Brúnna, 10. flokk - TILMELDING