Tíðindi
03. 02. 2021

Lærarar til Eftirskúlan Brúgvin í Skálavík

Kom við og mynda eftirskúlan Brúgvin. Vit søkja eftir lærarum til skúlaárið 2021/22.

Talan er um tvey spennandi, fjølbroytt og avbjóðandi størv. Umsøkjarar skulu vera fleksiblir og brenna fyri komandi ættarliði. 

Lærarastarvið
Lærarastarvið umfatar m.a. føroyskt, danskt, støddfrøði, samfelagsfrøði,  tónleik, køk og annað.

Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2021/22. Endaliga tímatalið verður ásett til samrøðuna, men verður væntandi millum 32 og 40 tímar í miðal um vikuna.

 

Um eftirskúlan
Eftirskúlin Brúgvin er eitt 10. flokstilboð fyri næmingar, sum ynskja eitt øðrvísi skúlaár. Brúgvin hevur sum endamál, við støði í kristnari heims- og menniskjaáskoðan, at menna samfelagsligt og sosialt tilvit hjá einstaka næminginum. Skúlin tekur støðið í tí einstaka næminginum, bæði hvat viðvíkur fakligum førleikum, andaligum, sosialum og mentanarligum viðurskiftum.

Skúlin er í Skálavík.

Skúlaárið 2021/2022 vænta vit umleið 30 næmingar í 10. flokki.

Vit kunnu bjóða
Eitt áhugavert starv við fjølbroytni í gerandisdegnum. Undirvísingin er fyri tað mesta á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík. Møguleiki er at gista á skúlanum, eftir nærri avtalu ávísar dagar í vikuni

Les meira á okkara heimasíðu www.brugvin.fo

 

Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:

●       Hevur tilsvarandi útbúgving

●       Dámar at arbeiða við ungum fólki

●       Tekur undir við og vilt arbeiða út frá hugsjónini og endamáli skúlans.

●       Hevur hug og áræði at skipa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við  virðing og  umsorgan fyri tí einstaka næminginum

●       Ert fleksibul og dugir at samstarva

●       Ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum

●       Umframt at undirvísa, tekur lut í vaktum

 

Setanarviðurskifti
Lærarastarvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsókn
Umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. februar.

Meira fæst at vita við at venda sær til skúlaleiðara Eriku Niclasen á tlf 231 231.

Umsóknir skulu sendast til: erika@brugvin.fo.

08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…
24.04.2026
Tvær góðar og ríkar vikur
Síðsta vikuskifti vóru næmingarnir á skúlanum; tvs. at tey hava verið…
10.04.2026
So vóru vit aftur í gongd!
So vóru vit aftur her eftir páskaferiuna! Veðrið hevur verið eitt sind…
26.03.2026
Páska­ferian stendur fyri framman
Longu páskaferia! Minni enn tríggir mánaðir eru eftir av skúlaárinum.…
19.03.2026
Royn ein dag og mangt annað
Herfyri var "Royn ein dag á Brúnni". Eini 30 8. og 9. floks næmingar v…