Tíðindi
24. 11. 2021

Innbjóðing til Jól á Brúnni

Hjartaliga vælkomin til Jól á Brúnni

Brúgvin er í jólahýri, og aftur í ár fara vit at hava “Jól á Brúnni”. Tiltakið verður mikukvøldið 1. desember, vit byrja kl. 17. Tað vera nógvir ymiskir jólabásar settir upp uttanfyri, har til ber, at keypa alt møguligt gott til góman. Tað verður møguligt at keypa sær grýturætt, heitt kakao, poppkorn, candyfloss, brendar mandlur og annað gott, sum minnir okkum á jól og hugna. Eisini verða tað kappingar til børn, har tey kunnu vinna okkurt lekkurt. 

Kl. 19 byrjar ein konsert inni í høllini, har tað verða nógvar góðar sangkreftir, sum fara at framføra, umframt at vit eisini koma at syngja saman

Jesus bar og ber gleði inn í hendan heim, tí ynskja vit eisini at gera okkara til, at tú sleppur at uppliva eina jólagleði hesi jól.

Vit gleða okkum til hetta tiltakið og vóna at síggja so nógv sum møguligt. Vit fylgja almennu tilmælunum viðv. koronapass ella negativa PCR test (í mesta lagi 72 tíma gomul). Vit vóna at hetta ikki heldur nøkrum aftur. Vit gleða okkum til at síggja tykkum. 

 

13.06.2025
Síðsta vikan :(
Henda vikan byrjaði týsdagin eftir hvítusunnu. Mikudagin fóru nøkur ti…
06.06.2025
Tvær góðar vikur!
Tvær góðar vikur eru farnar aftur um bak. Vit hugnaðu okkum síðsta vik…
04.06.2025
Brúgvin 5 ár!
Skjótt hevur Brúgvin havt skúla í 5 ár, og skjótt hava 91 næmingar fin…
23.05.2025
Vikurnar flúgva avstað
Nógv ymiskt hevur verið á skránni hesar síðstu vikurnar :) Matstovukvø…
09.05.2025
KEYP! KEYP! KEYP!
Flottar troyggjur og net til sølu :) Slagorðið hjá Brúnni er "Brynja t…