Tíðindi
22. 04. 2022

Fun Challenge dagur

“At arbeiða saman” er gott og mennandi, og tí fara vit at bjóða øllum, sum eru 15 ár og eldri til eitt spennandi “Fun Challenge” tiltak í Skálavík 30. Apríl frá kl. 15.00 (Teistin siglir av Gomlurætt kl. 13.15, og bussur koyrir tykkum beinleiðis til Skálavíkar)
Sum bólkur koma tit at kappast í nógvum ymiskum avbjóðingum, sum fara at royna tykkum kropsliga og mentalt. Tað fer eisini at royna tykkara samskiftisevnir og tykkara førleikar at arbeiða saman sum eitt toymi.
So fá fatur í tínum vinum, ger eitt toymi upp á fýra, og kom og ver við til ein mega stuttligan dag við spølum og kappingum. Toymið, sum hevur bestu tíðina, fær ein vinning, sum er verdur 1.000 kr.
Tilmeldingin til “Fun Challenge” tiltakið er á brugvin.fo (leinkja her). Seinasta freist at melda seg til er mikudagin 27. Apríl kl. 22.
Tiltakið er ókeypis, men aftaná kappingina eru básar uttanfyri Brúnna, har til ber at keypa grýturætt og mangt annað lekkurt.
Kl. 19 er eitt ókeypis ungdómstiltak í høllini á eftirskúlanum Brúnni í Skálavík.
Teistin siglir síðsta túr av Skopun kl. 22.30. Bussur koyrir frá Skálavík kl. 22.00.

19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norð­oyatunli­num og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…
08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…