Tíðindi
02. 05. 2022

Stuðuls konsert

Hóast vit ikki hoyra eins nógv um Ukraine í fjølmiðlunum nú, sum vit gjørdu at byrja við, so er støðan alt annað enn góð hjá teimum. Tí fara vit nú at hava eina stuðulskonsert, har alt yvirskot fer til at hjálpa krígsrakta Ukraine og tað verður gjørt gjøgnum "Mission uden grænser".

Týskvøldið kl. 19.00 er ein forkunnug og ókeypis konsert á Eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, har systranar Sabina og Rebekka Mathew syngja (Rebekku kenna vit frá Creamy, har hon sang saman við føroysku Rannvu). Tær koma at syngja yndisligar sálmar o.a. Næmingar av Brúnni koma at hita upp við trimum sangum, og til tann eina sangin fáa tey eisini hjálp frá 3. flokki í Sands skúla. MEN longu kl. 17.00 opna vit okkara básar, har vit selja ein góðan grýturætt og kioskvøru frá kl. 17.00.

Hetta er ein gyltur møguleiki at sleppa frá at gera døgurða týsdagin Eftir konsertina opna básarnir aftur og tá fara vit at selja vafflur, heitt kakao, poppkorn, dougnuts, milkshake, kaffi, te og annað gott. Alt yvirskot av hesum fer til Ukraine. Afturat hesum, so fara vit eisini at selja ymiskt handaligt, sum næmingar og starvsfólk á Brúnni hava gjørt - har vera m.a. bundnir køkslappar, hárprýði, beauty pads og kanska eisini onkur tekning. Sølan av hesum fer óskerd til Ukraine. Vit vóna at síggja NÓGV fólk í Skálavík týskvøldið frá kl. 17.00.

19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norð­oyatunli­num og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…
08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…