Tíðindi
02. 03. 2023

BRÚGVIN OPIN DAGUR | 11.03.23

Nú hevur tú møguleika at uppliva eftirskúlan í Skálavík J

Leygardagin 11.mars hava vit opið hús á Brúnni.

Hevur tú hugsað um, at gera okkurt øðrvísi í 10.flokki? Ella ert tú forvitin? So kom og síggj hvat vit hava at bjóða.

Teistin siglur av Gomlu Rætt til Skopunar kl.13:15

Vit byrja kl 14:15, har kokkurin, Cedric, borðreiðir við lekkrum Gourmet burgara. Næmingar vísa tykkum staðið og fortelja um lívið á skúlanum.

Kl. 15:00 møtast vit í Nærveruni.

-         Næmingar greiða frá

-         Vit fortelja frá øllum tí spennandi, sum fer at henda í komandi ár

Teistin siglur úr Skopun aftur kl.16:35 og kl.18:35

Tit eru annars vælkomin at verða longri og njóta atmoseferuna á Brúnni.

Staðið, har ung mennast!

Vit síggjast á Brúnni J

 

Og…. Um tit mangla fart úr Skopun, so skriva til okkara. Vit kunnu heinta tykkum við skúlabussinum.

13.06.2025
Síðsta vikan :(
Henda vikan byrjaði týsdagin eftir hvítusunnu. Mikudagin fóru nøkur ti…
06.06.2025
Tvær góðar vikur!
Tvær góðar vikur eru farnar aftur um bak. Vit hugnaðu okkum síðsta vik…
04.06.2025
Brúgvin 5 ár!
Skjótt hevur Brúgvin havt skúla í 5 ár, og skjótt hava 91 næmingar fin…
23.05.2025
Vikurnar flúgva avstað
Nógv ymiskt hevur verið á skránni hesar síðstu vikurnar :) Matstovukvø…
09.05.2025
KEYP! KEYP! KEYP!
Flottar troyggjur og net til sølu :) Slagorðið hjá Brúnni er "Brynja t…