Tíðindi
06. 11. 2023

Brúgvin leiksýning, saman við Skovbo efterskole

Set x í kalendaran 11.nov. kl.19:00

Leiksýning, Eftirskúlin Brúgvin og Skovbo Efterskole

Á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, eru 15 næmingar í løtuni í holt við at menna og snikka saman eina leiksýning, ið ber heiti, ”Meining”

Hetta er heitið á eini leiksýning, sum í løtuni verður snikkað saman av 11 næmingum á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík og 4 næmingum frá Skovbo efterkole í Danmark. Á báðum skúlum hava tey arbeitt við evnininum Meining og hava tey skrivað ráðar tekstir. Úrslitið er ein leiksýning, sum verður víst eina ferð í Føroyum og eina ferð í Danmark.

Hvat gevur meining? Hvussu kann eg finna meining í dagliga meldrinum av krøvum, fartelefonum og sveimam á sosialu miðlunum?

Sýningin verður gjørd frá grundini og verður sermerkt av autentiskum ungdóms málburði.

Set x í kalendaran í hesi myrku tíð og uppliv ung fólk, sum eru við uppá tað og hava nakað á hjarta.

Sýningin verður í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla, leygarkvøldið 11.nov. kl.19:00

Til ber at ogna tær atgongumerki á kr 50,00, við at fara inn á:

Leiksýning, Eftirskúlin Brúgvin og Skovbo Efterskole

13.06.2025
Síðsta vikan :(
Henda vikan byrjaði týsdagin eftir hvítusunnu. Mikudagin fóru nøkur ti…
06.06.2025
Tvær góðar vikur!
Tvær góðar vikur eru farnar aftur um bak. Vit hugnaðu okkum síðsta vik…
04.06.2025
Brúgvin 5 ár!
Skjótt hevur Brúgvin havt skúla í 5 ár, og skjótt hava 91 næmingar fin…
23.05.2025
Vikurnar flúgva avstað
Nógv ymiskt hevur verið á skránni hesar síðstu vikurnar :) Matstovukvø…
09.05.2025
KEYP! KEYP! KEYP!
Flottar troyggjur og net til sølu :) Slagorðið hjá Brúnni er "Brynja t…