Tíðindi
13. 09. 2024

Vikurnar flúgva avstað!

So var aftur ein vika á Brúnni liðug, og næmingarnir eru farnir heim í vikuskifti. Vikan hevur bjóðað upp á nógv ymiskt. Týskvøldið var opið Be Real, sum er okkara ungdómsmøtið; eini 70 fólk vóru, og tað er altíð stuttligt og gleðiligt, tá húsið fyllist :) Í gjár, hósdagin, var Burn á skránni í Wild life, har næmingarnir veruliga sluppu at royna seg og avbjóðað seg sjálvar. Samstundis fyrireikaðu tey, sum hava Skapandi list seg til barnadagin, sum verður komandi fríggjadag, 20. sep., við at venja andlitsmáling á hvørjum øðrum :) Hvønn fríggjadag er kamarsreingerð á skránni, og hetta mátti gerast, áðrenn vit endaðu vikuna við virkisvitjan á MEST. Tað var sera áhugavert, og so var veðrið av tí allarfagrasta :) Gott vikuskifti herfrá!

19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norð­oyatunli­num og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…
08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…