Tíðindi
20. 09. 2024

Ein hendingarík vika :)

Henda vikan hevur bjóðað upp á mangt og hvat! Felagsspæl í Nærveruni, borðspøl og hugni, fornem vitjan av Steintóri Rasmussen, sum rúnabant við sangi og frásøgu, cookies og "barnakakur" í Kokk Amokk, kajak í Wild life, mála nýggja kontórið, byrja so smátt at fyrireika Jól á Brúnni í Skapandi list, ein føðingardagur (Dávur) hevur verið hesa vikuna, og so endaðu vit vikuna við einum braki, tá alt Føroyar varð bjóðað til hoppiborg/barnadag! :) :) Næmingarnir vóru so raskir at gera alt klárt og so at vera vertir. Tað kláraðu tey til UG! Nú halda tey áfram við at hugna sær saman, tí tað er vikuskifti á skúlanum hetta vikuskifti. Takk fyri hesa vikuna, og vit á Brúnni ynskja tykkum eitt gott vikuskifti :) 

19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norð­oyatunli­num og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…
08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…