Tíðindi
27. 09. 2024

Sætta vikan á skúlanum longu liðug.

Vikurnar flúgva avstað, tá man hevur tað stuttligt ;) Hesa vikuna hava næmingarnir hugnað sær við stuttligum felagsspølum, góðum drekkamunnum og øðrum aktivitetum. Klaverið á skúlanum verður dúgliga brúkt, og tað er bara deiligt at hoyra vakrar tónar floyma úr Nærveruni :) Í dag, fríggjadagin 27. sep. vóru vit á vitjan á Zarepta :) Tað var sera áhugavert at hoyra Sámal Mikkelsen greiða frá um verkið, og so vísti hann okkum runt. Else Djurhuus, einkjan eftir Brynleif Hansen, sum byrjaði Zarepta, greiddi eisini frá. Til síðst fingu vit ein góðan bita frá teimum, áðrenn farið var heim í vikuskifti :) 

13.06.2025
Síðsta vikan :(
Henda vikan byrjaði týsdagin eftir hvítusunnu. Mikudagin fóru nøkur ti…
06.06.2025
Tvær góðar vikur!
Tvær góðar vikur eru farnar aftur um bak. Vit hugnaðu okkum síðsta vik…
04.06.2025
Brúgvin 5 ár!
Skjótt hevur Brúgvin havt skúla í 5 ár, og skjótt hava 91 næmingar fin…
23.05.2025
Vikurnar flúgva avstað
Nógv ymiskt hevur verið á skránni hesar síðstu vikurnar :) Matstovukvø…
09.05.2025
KEYP! KEYP! KEYP!
Flottar troyggjur og net til sølu :) Slagorðið hjá Brúnni er "Brynja t…