Tíðindi
07. 06. 2022

Hvat sigur Bjørk um lívið á Brúnni


At ganga á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík hevur fyri meg verið eitt upplivilsi fyri lívið. Eg havi altíð ynskt at  fara á eftirskúla fyri  at taka 10. floks prógv. Trupulleikin var bara at eg tímdi ikki  til Danmarkar og flyta frá familjuni.

 

Tá eg so sá at ein kristin eftirskúli fór at vera í Føroyum, vitsti eg beinanvegin, at tað varð nakað, sum eg vildi.

 

Sum trúgvandi dámar mær væl at skúlin byggir á tey kristnu virðini. Skúlin legði eisini stóran dent á samanhald  á skúlanum. Tað hevur  ført til vinarbond, og eg havi enn tætt samband við fleiri av teimum.  Vónandi varða hesi vinabondini  fyri lívið.

 

Lívið á eftirskúla hevði bæði góðar og minni góðar løtur við sær. At deila kamar við einum var persónliga eitt sindur hart til tíðir, men tað førdi eisini til betri og tættari vinarbond. Um kvøldarnar áðrenn songartíð varð altíð líka hugnaligt, tá vit tættastu vinkonurnar møttust á einum kamari, og prátaðu um alt millum himmal og jørð.

 

Við tað at eg búgvi í Klaksvík, hevði skúlagongdin nógva ferðing við sær, bæði við báti og bili ella bussi.  Til tíðir varð tað strævið, men tað hoyrdi líkasum til, og eg føldi, at eg fór heim til skúlan.

 

Eftir árið á eftirskúlanum Brúgvin, kenni eg meg tættari Gudi. Persónliga eri eg nógv ment, andaliga og tímliga.

19.06.2026
So er næstan komið á mál!
Um eina lítla løtu verður prógvhandan her á Brúnni. Meðan næmingarnir…
08.06.2026
Suður­oyartúrur! :)
Í síðstu viku vóru vit í Suðuroy! Tað var ein sera góður túrur :) Sum…
29.05.2026
Ein hendingarík vika
Henda vikan byrjaði týsmorgunin í Havn, tá vit møttust uttanfyri Føroy…
22.05.2026
Litrenning, siglitúr í Norð­oyatunli­num og annað gott!
Á Brúnni er lív í! Í síðstu viku á ársins síðsta undirvísingardegi høv…
08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…